2019-11-16 13:34
Á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í morgun, varð 50 ára gamli Jørgen Niclasen afturvaldur sum formaður fyri flokkin.
Jørgen Niclasen hevur verið formaður síðan 2007, og er hetta sostatt 13. ferð at hann skal standa á odda fyri flokkinum.
Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjar-, fiskivinnu- og uttanríkismálum.
Fyrstu ferð Jørgen tók sæti á tingi var sum varamaður í 1989. Tá var hann bert 20 ára gamal.
Frá 1991-1993 sat hann sum fastur varamaður, og í juli 1994 varð hann valdur í løgtingið.
Í farnu viku, 8. november, vóru júst 27 ár liðin, síðan hann varð valdur í løgtingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald