Innanlands

Jørgen Niclasen fer frá sum formaður

Fólkaflokkurin skal hava nýggjan formann

Jørgen Niclasen í Tinganesi í gjár, tá Uni Rasmussen tók við sum nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen í Tinganesi í gjár, tá Uni Rasmussen tók við sum nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-24 15:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jørgen Niclasen leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum. Tað veit útvarpið frá keldum í flokkinum í dag.

Tað var fyri góðari viku síðani, at tað kom fram, at Jørgen Niclasen var tikin av løgregluni fyri rúsdrekkakoyring. Sama dag legði hann frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og fór aftur í tingið.

Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðani 2007, men nú er nógv sum bendir á, at tíðarskeiðið er av.

Eingin almenn fráboðan er komin frá Fólkaflokkinum enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder