2022-02-16 17:50
Jørgen Niclasen leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað skriva bæði vp.fo og dimma.fo seinnapartin.
Við vp.fo sigur Jørgen Niclasen, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, at hann fyri nøkrum døgum síðani varð tikin av løgregluni við alkoholi í blóðinum.
- Eg hevði drukkið um kvøldið og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð, sigur hann.
Hann hevur heitt á løgmann um at loysa seg úr starvinum sum landsstýrismaður.
Sambært in.fo var Jørgen Niclasen tikin í bili sínum í Vági hósdagin klokkan 11:26. Promillan í alkoholmetrinum vísti 1,26, sum er væl oman fyri loyvda markið upp á 0,2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald