
Jenis av Rana er í løtuni í farloyvi úr Løgtingssessi sínum, og í hansara tingsess kemur Jórun Pólsdóttir.
Hesum boðar Miðflokkurin frá í skrivi í dag.
Hetta er fyrstu ferð, at Jórun tekur sæti á Løgtingi. Hon varð vald sum nummar fimm á listanum hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið í 2022 við 71 atkvøðum. Tey bæði varafólkini frammanfyri hana eru ikki tøk at koma inn nú - Bill Justinussen er annar, og hann er farin í Fólkaflokkin.
Jórun Pólsdóttir er eysturoyingur og býr í Fuglafirði. Miðflokkurin skrivar, at hon er útbúgvin lívfrøðingur og hevur egna ráðgevara fyritøku, sum millum annað ger umhvørviskanningar.
- Vit kenna eisini Jórun fyri hennara eldhuga fyri fuglalívi í Føroyum. Saman við Silas Olofsson hevur hon givið út bókina ”Fuglar okkara”.
Jórun Pólsdóttir er onnur kvinnan, sum hevur hevur umboða Miðflokkin á Løgtingi. Tann fyrra var Charlotta á Váli Olsen, sum røkti varatingsessin í 2002.
Formaðir floksins er í farloyvi í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald