Innanlands

Jórun skal stjórna Norðoya Kunningarstovu

Tekur við eftir Jórun Gardar í morgin

Jórun Høgnesen, til vinstru, saman við Símun Gullaksen, nevndarformanni fyri kunningarstovuna, og Jórun Gardar, fráfarandi stjóra

Jórun Høgnesen, til vinstru, saman við Símun Gullaksen, nevndarformanni fyri kunningarstovuna, og Jórun Gardar, fráfarandi stjóra

2019-09-30 18:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jórun Høgnesen er sett sum nýggjur stjóri á Norðoya kunningarstovu (Visit Norðoy) eftir Jórun Gardar, sum seinastu tíðina hevur røkt starvið.

Jórun Høgnesen er 36 ára gomul, hevur nomið sær kreativa útbúgving í Bretlandi, og hevur fjøltáttaðar royndir úr vinnulívinum – millum annað hjá American Express. Seinastu tíðina hevur nýggi stjórin eisini verið á Visit Norðoy, og hevur tí innlit í komandi uppgávuna.

 Jórun skal í samstarvi við nevndina tryggja, at kósin, sum er sett fyri tíð síðan, verður førd á mál, soleiðis at Norðoya kunningarstova verður sterk og sjónlig í lokalumhvørvinum. Samstundis skulu ferðandi framhaldandi meta kunningarstovuna sum fremsta staðið fyri vitan  um Norðoyggjar.

Jórun Høgnesen tekur við starvinum í morgin, 1. oktober 2019.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder