Mentan

Jórunn er nýggjur leiðari í ungdómshúsinum á Oyri

Jórunn Gudmundsen er nýggjur leiðari í Garnhúsinum, sum er ungdómshús og tilhaldsstað hjá ungdómi í Sunda kommunu

Nýggi leiðarin Jórunn Gudmundsen, og fráfarandi leiðarin, Hans Andrias Olsen (Mynd: Sunda.fo)

Nýggi leiðarin Jórunn Gudmundsen, og fráfarandi leiðarin, Hans Andrias Olsen (Mynd: Sunda.fo)

2019-11-02 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Garnhúsið hevur fingið nýggjan leiðara. Sunda kommuna hevur sett Jórunn Gudmundsen í starvið. Hon er longu byrjað í starvinum, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Jórunn Gudmundsen hevur arbeitt nógv við børnum og ungum bæði innan ítrótt og tónleik og annað. Hon er er 26 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving og er tekur leiðsluútbúgving.

Garnhúsið á Oyri er ungdómshús og tilhaldsstað hjá ungdómi úr allari kommununi. Opið er týskvøld og fríggjakvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder