Innanlands

JT Electric besta úrslit nakrantíð

Ársúrslitið gjørdist 14,5 milliónir krónur sammett við 12,8 milliónir krónur í fjør. Fyritøkan hevur stórt verksemi uttanlands

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-04 14:55 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Ársúrslitið í 2021 gjørdist eitt yvirskot á 14,4 mió.kr., sum er besta úrslit nakrantíð hjá JT Electric, sum annars eisini ber uppruna navnið P/F Jóannes Thomsen.

JT Electric er ein innovativ fyritøka, sum mennir, útviklar og selur egnar vørur í Føroyum og uttanlanda, og sum sambært leiðsluni hevur stórar framtíðar møguleikar á alheims marknaðinum.

Fyritøkan, sum Jóannes Thomsen stovnaði í 1972, fyri 50 árum síðani, hevur ment seg munandi síðstu árini. Frá at verða ein el innleggjara fyritøka í Fuglafirði, sum við tíðini flutti út á Kambsdal og menti vørur og tænastur til fiskivinnuna og alivinnuna í Føroyum og uttanlanda. Í dag hevur felagið miðsavna seg um menna og selja vørur og tænastur til alivinnuna.

Av vørum, sum JT Electric hevur ment síðstu árini kunnu nevnast fóðurskipanir, kameraskipanir, sensor skipanir, undirvatns ljós, undirvatns kamera, fóðurflakar, ilt sensorar, umframt at felagið eisini byggir fóðurskip til alivinnuna í Póllandi.  JT Electric er tí í dag ein heildarveitari av tekniskari útgerð til alivinnuna.

Í 2020 keypti JT Electric skotska felagið Sterner Aquatech UK, sum m.a. arbeidir innan water treatment og sludge treatment til smoltstøðir. JT Electric hevur í dag munandi virksemi ígjøgnum síni dótturfeløg bæði í Skotlandi og í Pólandi, og er líka so nógv ein altjóða fyritøka í dag, sum kappast við útlendskar veitarar á marknaðinum og har størri parturin av søluni í dag er uttanlands.

Sambært stjóranum í felagnum, Suna Justinussen, er uttanlandsvirksemið hjá JT Electric miðvíst økt, og hevur tað verið ein partur av strategi felagsins. Goður møguleiki er fyri at uttanlandamarknaðurin framyvir kann gerast enn størri og meira týdningarmikil hjá felagnum, umframt at føroysku kundarnir eisini framhaldandi fáa bjóða dygdargóðar vørur og tænastur.

Rakstrarroknskapurin

[object Object]

Roknskapurin hjá JT Electric vísur, at bruttovinningurin fall úr 31,4 mió.kr. í 2020 til 27,2 mió.kr. í 2021.

Starvsfólkaútreiðslurnar vóru 14,2 mió.kr. í 2021, sum er 1,1 mió.kr. lægri enn í 2020. Í alt 70 fólk starvast í fyritøkuni í Føroyum og uttanlands.

Úrslit áðrenn avskrivingar, Ebidta, fall úr 16,1 mió.kr. í 2020 til 13,1 mió.kr. í 2021. Talan er tí um eitt fall í Ebidta á 18,9 prosent.

Felagið hevði tó fíggjarligar inntøkur í 2021 frá sínum dótturfeløgum uttanlands á 5,5 mió.kr. sum tí ávirkar úrslitið hjá felagnum munandi í 2021.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist tí eitt avlop á 14,5 mió.kr., sammett við 12,8 mió.kr. í 2020. Vøksturin í ársúrlitinum var tískil 5,9 prosent.

Fíggjarstøðan 

[object Object]

[object Object]

Fíggjarjavnin hjá JT Electric var í 2021 íalt 105,4 mió.kr., sum er sama støði sum í 2020.  

Støðisognin øktist úr 78,3 mió.kr. í 2020 til 81,3 mió.kr. í 2021. Ogn í umferð fall hinvegin úr 28,1 mió.kr. í 2020 til 24,1 mió.kr. í 2021. Serliga kann nevnast at vørugoymslurnar í 2021 øktist við 4,6 mió.kr. til 11,6 mió.kr. í 2021. Harnæst fall áogn frá skuldarum úr 16,8 mió.kr. í 2020 til 11,6 mió.kr. í 2021. 

Eginpeningurin hjá JT Electric var við ársenda 2021 samanlagt 62,9 mió.kr. sammett við 53,4 mió.kr. í 2020. Talan er um eina fíggjarliga sterka fyritøku, við einum trygdarevni á 60 prosent, sum má metast at verða gott. 

Felagið hevur goldið 4,4 mió.kr. niður á langfreistaðu skuldina, sum við ársenda 2021 íalt var 20,1 mió.kr. Stuttfreistaða skuldin er somuleiðis minkað við 4,5 mió.kr. til 22,0 mió.kr. í 2021.  

Gjaldførið hjá JT Elecric var rímuligt í 2021 , tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 109 prosent samanborið við 106 prosent í 2020. 

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 5 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar. 

Høvuðspartaeigarin av Jóannes Thomsen P/F (JT Electric) er Skrínið Sp/f, sum er dótturfelag hjá Tjaldur P/F.

Stjóri síðani 2017 hevur verið Suni Justinussen. Nevndarformaður er Árni Tór Rasmussen.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder