
JT electric á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Sterner UK, sum hevur høvuðssæti í Inverness í Skotlandi.
Sterner UK er eitt væl rikið felag og er sterkt á skotska marknaðinum innan tøkniliga tænastu og vørumenning til alivinnuna.
– Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at fáa fótin fastan í skotska marknaðinum, og vit fegnast um, at kundarnir hava tikið sera væl í móti okkara vørum og okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur Suni Justinussen, stjóri í JT electric.
– Við vøkstrinum, sum vit hava upplivað í Skotlandi síðstu tíðina, so meta vit tað vera neyðugt at taka hetta stigið og vera meira til staðar í skotska marknaðinum.
Sterner UK hevur í longri tíð samstarvað tætt við JT electric í sambandi við sølu og tænastu av føroysku vørunum, sum er seldar til alivinnuna í Skotlandi.
– Keypið av Sterner UK er partur av okkara vakstrarætlan uttanlands. Við hesum keypinum vænta vit, at vit kunnu betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, sigur Suni Justinussen.
– Í samanlagda felagnum koma at arbeiða 70 dugnalig starvsfólk við servitan, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heimsmarknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.
JT electric er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur starvsfólk í Føroyum, Danmark, Pólandi og Skotlandi. Sermerkta fóðurskipanin hjá JT electric verður dagliga brúkt til at fóðra fleiri tíggju tals milliónum laksum í nærum 70 alibrúkum kring heimin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald