Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, er farin til Dominikanska Lýveldið í Karibia. Tað veit spanska blaðið, La Vanguardia, at siga.
Spanska blaðið nevnir ongar keldur fyri tíðindini. Men eisini amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC, ber í dag tíðindini um at Juan Carlos er í Dominikanska Lýveldinum. Aðrir spanskir miðlar hava annars nevnt í dag, at gamli kongurin skal vera farin til Portugals.
Sambært La Vanguardia fór 82 ára gamli spanski fyrrverandi kongurin fyrst í bili til Portugals, haðani hann fór við flogfari til Karibia. Sum skilst skal Juan Carlos vitja eina ríka familju í Dominikanska Lýveldinum í nakrar vikur. Her fer hann so at taka støðu til, hvar hann ætlar sær at vera í útlegd.
Tað var í gjárkvøldið, at tað gjørdist alment, at Juan Carlos, sum í 2014 lat kongsvaldið víðari til son sín Felipe, var rýmdur úr landinum.
Les eisini: Juan Carlos rýmdur úr Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald