Uttanlands

Juan Carlos rýmdur úr Spania

Skuldsetingar um mutur hava gjørt at hann er fluttur úr heimlandinum fyri at geva soni sínum, Felipe kongi, frið

Juan Carlos legði frá sær í 2014 (Savnsmynd: EPA)

Juan Carlos legði frá sær í 2014 (Savnsmynd: EPA)

2020-08-04 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi kongurin í Spania, Juan Carlos, hevur tikið avgerð at flyta úr landinum. Tað hevur hann boðað soni sínum, Felipe kongi, frá, boðaði spanska kongshúsið frá í gjár sambært dpa tíðindastovuni.

Juan Carlos sigur, at hann hevur tikið hesa avgerð fyri at geva Felipe kongi frið at útinna sítt virki.

82 ára gamli Juan Carlos sigur í fráboðanini, at avgerðin er tikin orsaka av tí órógv, sum ”ávísar hendingar hava havt við sær”. Enn er ikki greitt hvagar fyrrverandi kongurin flytir.

Blaðið El Mundo skrivar, at hann longu er farin úr landinum, men blaðið veit ikki at siga, hvar hann er nú.

Kona hansara í 58 ár, Sofia drotning, er ikki flutt saman við manninum. Hon var í gjár eftir øllum at døma stødd í síni kongaligu íbúð, skrivar El Mundo. 

Í juni kom fram, at ein ákæri í spanska hægstarætti er í holt við at kanna Juan Carlos og hansara leiklut í eini avtalu við Saudiarabia um nýggj snartok.

Ákærin kannar um fyrrverandi kongurin kann rættarsøkjast fyri mutur, ella um hann var vardur av órini fram til juni 2014, tá hann lat valdið víðari til son sín, Felipe.

Eygleiðarar óttast, at skuldsetingarnar móti fyrrverandi kongi nú eisini fara at raka umdømið hjá Felipe.

Hildið verður, at Juan Carlos hevur fingið eina risastóra peningaupphædd frá Saudiarabia.

Sveitsiska blaðið, Tribune de Genève, hevur skrivað, at hann fekk 100 milliónir dollarar, umleið 650 milliónir krónur. Pengarnir skulu standa á eini bankakontu í Sveits.

Gjøgnum sakførara sín hevur fyrrverandi kongur fleiri ferðir víst skuldsetingunum aftur.

Juan Carlos legði frá sær sum 76 ára gamal. Tað kom sera óvæntað, tá hann legði frá sær eftir 39 ár á trónuni av heilsuávum.

Felipe kongur hevur tikið árligu kongligu undirhaldsveitingina frá pápa sínum, og sagt arvin frá sær. Men hetta hevur ikki bøtt um umdømið hjá Juan Carlos.

Í síðstu viku vóru fleiri mótmælisgongur móti kongsveldinum. Vinstriflokkurin, Podemos, hevur kravt, at tað verður hildin ein fólkaatkvøða um framtíðina hjá kongsvaldinum.

Juan Carlos gjørdist spanskur kongur tá fyrrverandi einaræðisharrin, Francisco Franco, doyði í 1975. Hann fekk stóra virðing fyri at umskipa suðurevropeiska einaræðislandið til eitt modernað fólkaræði.

Eftir eina sera kostnaðarmikla ferð til Botswana í 2012, har hann var á fílaveiði, minkaði undirtøkan fyri honum. Tað vakti stóran harma í Spania, har fólk framvegis stríddust móti húsagangi, høgum arbeiðsloysi og øðrum avleiðingum eftir fíggjarkreppuna, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder