Innanlands

Judith nýggjur serlækni í radiologi

Nú eru tríggir radiologar í føstum starvi á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum

2022-03-25 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Judith Na Rae Andreasen byrjaði sum yvirlækni í radiologi í februar. Nú eru tríggir radiologar í føstum starvi á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.  

Judith hevur lisið á Medisinska Universitetinum í Lublin í Póllandi, har hon tók prógv í juni 2014. Hon byrjaði introstarvið í radiologi í 2016, gjørdist serlækni í radiologi í juni 2021, og hevur síðan arbeitt á Aabenraa sjúkrahúsi í Danmark.

Fyri fáum árum síðani var eingin radiologur í føstum starvi á Landssjúkrahúsinum og økið var burturav mannað við konsulentum. Nú eru tær tríggjar í tali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder