Uttanlands

Julia Navalnaja eftirlýst í Russlandi

Einkjan hjá Aleksej Navalnyj er ákærd fyri at vera partur av einum viðgongdum bólki og kann vænta at verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands

2024-07-10 18:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Julia Navalnaja, einkjan hjá russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj er koyrd á ein russiskan lista yvir eftirlýstar persónar.

Hon er ákærd fyri at vera partur av "einum viðgongdum bólki", skrivar Ritzau.

Navlnaja, sum livir í útlegd, kann sostatt vænta at verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands. Maður hennara, sum var ein av størstu politisku mótstøðumonnunum hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, doyði í eini fangalegu í Sibiria í februar.

Russiskir myndugleikar hava upplýst, at Navalnyj doyði av natúrligum orsøkum, men einkja hansara er sannførd um, at hann varð dripin. Eftir deyða hansara, boðaði Julia Navalnaja frá, at hon fór at halda fram við stríði hansara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder