Uttanlands

Julia Navalnaja fær bót fyri at luttaka í mótmælum

Fleiri enn 5.000 mótmælisfólk vórðu handtikin í Russlandi í gjár, millum teirra var kona Aleksej Navalnyj, sum nú hevur fingið bót á uml. 1.600 krónur

Julia Navalnaja og Aleksej Navalnyj á veg aftur til Russlands úr Berlin (Mynd: EPA)

Julia Navalnaja og Aleksej Navalnyj á veg aftur til Russlands úr Berlin (Mynd: EPA)

2021-02-01 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Julia Navalnaja, kona Aleksej Navalnyj hevur fingið bót á 20.000 rublar (1.627 krónur) fyri at luttaka í ólógligum mótmælum sunnudagin.

Tað hevur ein russiskur dómstólur staðfest í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.

[object Object]Julia Navalnaja á veg úr rættinum (Mynd: EPA)

Í gjár vórðu fleiri enn 5.300 mótmælisfólk handtikin av russisku løgregluni, og vikuskiftið áðrenn tað vórðu eini 4.000 fólk handtikin. Julia Navalnaja var millum teirra.

Mótmælisfólkini krevja, at andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, sum varð handtikin, tá hann kom til Russlands fyri tveimum vikum síðani, verður leyslatin.

Ætlanir eru um at fara út aftur at mótmæla í morgin, tá rætturin skal taka støðu til dómin hjá Navalnyj.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder