Julia Navalnaja, einkjan hjá russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj, vil vera forseti í Russlandi.
Hon kann tó ikki stilla upp, so leingi Putin situr við valdið. Umsitingin hjá Putin leggur hana undir at vera partur av viðgongdum bólki, og kann hon verða handtikin, um hon kemur aftur til Russlands.
– Mín politiski mótstøðumaður er Vladimir Putin. Eg vil gera alt fyri, at hansara stýri fær ein enda skjótast gjørligt, sigur hon við BBC.
Aleksej Navalnyj doyði í fangalegu í Sibiria í februar. Russiskir myndugleikar hava upplýst, at hann doyði av natúrligum orsøkum, men Navalnaja er sannførd um, at maður hennara varð dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald