Uttanlands

Julian Assange dømdur sekur í ikki at hava hildið treytirnar fyri at ganga í veð

Assange sigur seg verða ósekan

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-11 15:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stovnarin av Wikileaks, sum í morgun varð handtikin í sendistovuni hjá Ekvador í London, var í dag dømdur sekur í ikki at halda treytirnar fyri at ganga í veð. Hann varð tí dømdur fyri ikki at hava hildið treytirnar, tá hann fór inn í sendistovuna hjá Ekvador fyri at goyma seg. Hann veðrur ákærdur fyri ikki at geva eftir boðum, tá eini boð um handtøku vóru eftir honum úr Svøríki. Assange skal fyri rættin aftur 2. Mai.

Assange óttast fyri at verða útflýggjaður til USA, sum vil hava hann, tí at hann er ákærdur fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl um kríggið hjá USA í Afganistan og Irak. Støða til um hann verður útflýggjaður verður tikin 12. mai.

Løgmálaráðið í USA hevur sagt, at Assange kann verða dømdur fimm ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið seg inn í teldu hjá stjórnini, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder