Uttanlands

Julian Assange handtikin

Stovnarin av Wikileaks er handtikin eftir at hava goymt seg á sendistovuni hjá Ekvador síðani 2012

2019-04-11 11:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Julian Assange er nú handtikin. Stovnarin av Wikileaks hevur goymt seg á sendistovuni hjá Ekvador í London síðani 2012, eftir at ein bretskur dómstólur sendi boð um at hann skuldi handtakast.

Assange hevur goymt seg á sendistovuni hjá Ekvador, sum hevur givið hon friðskjól síðani 2012, tí at hann er bangin fyri, at hann verður útflýggjaður til USA, um hann varð handtikin. Hann er í vanda fyri at verða ákærdur fyri at hava almannakunngjørt loynilig skjøl frá kríggjunum í Afganistan og Irak.

Fyrr vildi svensku myndugleikarnir hava fatur í Assange, tí at hann er undir illgruna fyri at hava framt neyðtøka, men Svøríki tók umbønina um útflýggjan aftur í 2017.

Assange varð handtikin í morgun eftir at Ekvador tók friðskjólið frá honum. Ambassadørurin lovaði løgregluni í London inn at handtaka Assange.

Í løtuni er Assange á eini løgreglustøð í London, har hann bíðar eftir at verða settur fyri ein dómara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder