2021-01-04 12:31
Ein bretskur dómstólur hevur í dag avgjørt, at WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange ikki skal útflýggjast til USA, har hann er ákærdur fyri eitt nú at hava likið loynilig skjøl.
Sakførarar hjá 49 ára gamla Julian Assange, sum er avstralskur ríkisborgari, vilja sambært Ritzau vera við, at ákærurnar eru politiskt motiveraðar.
Dómarin vísti øllum argumentunum hjá sakførarunum aftur, men hon segði tó, at Assange ikki kundi útflýggjast, tí at stórur vandi er fyri, at hann fer at taka lívið av sær, um so er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald