Fyri einum góðum ári síðani boðaði fyrrverandi íbúðamálaráðharrin hjá Barack Obama, Julian Castro, frá, at hann stillaði upp til amerikanska forsetavalið, sum verður í november.
Men nú boðar hann frá, at hann hevur uppgivið at gerast forseti á hesum sinni, og tekur hann seg tí úr valstríðnum.
Men hóast hann hevur tikið seg úr valstríðnum, boðar hann frá, at hann ikki er givin at stríðast fyri síni hjartamál.
- Eg vil framhaldandi stríðast fyri eini tjóð, har øll hava týdning, har øll kunnu fáa eitt gott arbeiði, góða sjúkratrygging og eitt virðiligt stað at búgva, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært seinastu veljarakanningunum stóð Julian Castro bert til at fáa 1,2 prosent av atkvøðunum hjá demokratisku veljarunum.
Julian Castro er 45 ár, og umframt at hava verið íbúðamálaráðharri undir Obama, hevur hann eisini verið borgarstjóri í San Antonio í Texas í fimm ár. Eisini var hann einasta demokratiska valevnið við latínamerikonskum uppruna, og var tað hansara vón, at hann fór at fáa størri undirtøku í statum við nógvum latínamerikonskum íbúgvum (m.a. Kalifornia, Nevada, Arizona, Florida og Texas).
Uttan Julian Castro eru nú 14 demokratisk valevni eftir í stríðnum um at gerast forsetavalevnið, sum sleppur at bjóða Donald Trump av í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald