Uttanlands

Julija Navalnaja: Stríðið heldur áfram

Einkjan eftir Aleksej Navalnyj eggjar russum til at halda fram við stríðnum móti valdsharrunum í Kreml

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-19 18:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað var ikki eg, sum skuldi filma hetta her. Tað skuldi verið gjørt av einum øðrum persóni. Hann hevur Vladimir Putin nú dripið.

Soleiðis sigur russiska Julija Navalnaja, einkjan eftir Aleksej Navalnyj, í einum video, sum hon í dag hevur lagt út á Youtube. Her boðar hon frá, at hon ætlar sær at taka um endan við stríðnum sum maður hennara stóð fyri til tess at loysa Russland frá núverandi stýri.

Hon heitir á landsmenn sínar um at sameinast og stríðast fyri at loysa Russland frá kríggi og rotinskapi.

Hóast støðan kennist vónleys, ætlar hon sær at halda fram við at stríðast fyri einum frælsum Russlandi, eins og maður hennara droymdi um. Hon lýsir nýverandi stýrið í Russlandi fyri at vera ørt, og kallar Putin og hansara stuðlar fyri bølmenni.

Í níggju minuttir tosar Navalnaja kensluborið og í álvara. Hon byrjar við at siga, at tann, ið skuldi havt gjørt filmin, nú er myrdur av Vladimir Putin.

- Putin drap mannin við navninum Aleksej Navalnyj, men samstundis royndi hann at drepa okkara vón, okkara frælsi og okkara framtíð. Hann ynskir at oyðileggja tey bestu prógvini um, at Russland kann síggja øðrvísi út, sigur hon í filminum.

Hon lýsir tær umstøður, sum maður hennara varð útsettur fyri í fangaskapinum.

- Hann varð dripin tí hann kundi ikki brótast niður, sigur hon um mann sín og greiðir frá, hvussu hann helt mótinum uppi og áhaldandi eggjaði sínum stuðul til av vísa dirvi og hava vón.

Aleksej Navalnyj var tann mest týðandi andstøðingurin í Russlandi. Sambært upplýsingum frá russisku myndugleikunum, doyði hann fríggjadagin í eini fangalegu í Sibiria.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder