Uttanlands

Justin Bieber avdúkar álvarsliga rúsevnismisnýtslu

- Tá eg var blivin 20, hevði eg tikið allar tær skeivu avgerðirnar, tú kannst ímynda tær, greiðir heimsstjørnan frá á Instagram

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-09-07 19:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Longu sum 13 ára gamal gjørdist Justin Bieber kendur. Nøkur fá ár seinni, gjørdist hann ein heimsstjørna, sum forvann milliónir av dollarum og hevði milliónir av fjepparum kring heimin.

Men hann var ikki klárur at handfara alt hetta í einum so ungum aldri, og tí tók hann nakrar skeivar avgerðir, sum endaðu við rúsevnismisnýtslu.

Tað skrivar Justin Bieber sjálvur í einari sera persónligari dagføring, sum hann legði út á sosiala miðilin Instagram í vikuni.

Her sigur hann m.a., at tað yvirhøvur ikki er so løgið, at nógvar barnastjørnur enda úti í trupulleikum, tá mann hugsar um tað trýstið og ta ábyrgdina, sum verður álagt teimum, hóast tey eru so ung.

- Eg fór frá at vera ein 13 ára gamala drongur úr einum lítlum býi til at verða lovprísaður til høgru og vinstru av øllum heiminum við milliónum, sum fortaldu mær, hvussu góð tey vóru við meg, og hvussu fantastiskur eg var.

- Tá mann blandar alt hetta saman, ger hetta okkurt við teg, sum ikki ber til at lýsa, sigur 25 ára gamla sangstjørnan.

Justin Bieber greiðir frá, at hann ongantíð lærdi at taka ábyrgd fyri nakað sjálvur, tí at onnur gjørdu alt fyri hann. Tá hann varð 18, hevði hann ongar veruligar førleikar men eina rúgvu av pengum og atgongd til alt tað, hann ynskti.

- Hetta er ræðandi fyri ein og hvønn. Tá eg var blivin 20, hevði eg tikið allar tær skeivu avgerðirnar, tú kannst ímynda tær. Eg fór frá at vera ein av teimum mest elskaðu og hámettu í heiminum til ein av teimum mest útspottaðu, dømdu og hataðu.

Hann byrjaði at taka hørð rúsevni sum 19 ára gamal, og fór illa við øllum sínum nærmastu. Hann gjørdist gronuttur, illur, og respektleysur yvirfyri kvinnum, greiðir hann frá, og hevur tað tikið honum fleiri ár at fáa skil á lívið aftur.

Men at enda sigur Justin Bieber, at hann nú hevur góðar vónir um framtíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder