Fyri fýra vikum síðani gjørdi danska handilsketan Jysk av fyribils at steingja allar handlar sínar í Russlandi, men nú er avgerð tikin um, at handlarnir í Russlandi skulu lata aftur med alla.
Danska handilsketan, sum hevur 3.100 handlar og 28.500 starvsfólk, hevur m.a. ein handil á Hálsi í Havn. Jysk hevur 13 handlar í Russlandi. Tann fyrsti russiski Jysk handilin lat upp í Moskva í 2020.
Jysk hevur eisini 86 handlar í Ukraina, sum hava verið stongdir í eina tíð orsakað av russisku innrásini.
Áðrenn Jysk gevst við virkseminum í Russlandi, verður tó latið uppaftur í morgin, 31. mars, til afturlatingarútsølu í eina tíð. Tá alt er selt, letur Jysk aftur, verður upplýst sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald