Mentan

Kabul í Filmsfelagnum

Føroyingurin Jón Hammer er medframleiðari, og fer at greiða frá filminum undan sýning

2021-08-17 08:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 8. september fer Filmsfelagið at sýna afganska filmin ”Mítt barnaheim í Kabul” í Havnar Bio.

Jón Hammer, sum fer at innleiða sýningina, er medframleiðari, og fotografur er belgiska Virginie Surdej, sum í trimum førum hevur filmað fyri Sakaris Stórá. Høvuðsframleiðari er Katja Adomeit.

”Í hesum føri stuðlar Filmsfelagið einum ótrúligum kvinnuligum leikstjóra, sum insisterar uppá at fortelja søgur úr sínum heimlandi, hóast ófatiliga mótgongd,” sigur Jón Hammer, og sipar til 29 ára gomlu Shahrbanoo Sadat, sum býr í Kabul í krígsherjaða Afganistan.

Filmurin fer fram í Kabul í 1989. Foreldraleysi Qodrat er eins og aðrir menn púra burtur í Bollywoodfilmum. Hann forvinnur sær til dagin og vegin við at selja bíligastu biografatgongumerki fyri okursprís, hann er ein ”scalper”, men proffittmaksimeringin verður straffað, og Qodrat endar á sovjettiska barnaheiminum, sum gevur filminum navn.

Her møta vit Hashimi, sum er vegleiðari hjá dreingjunum á barnaheiminum. Filmsbrotini, tá tey sum skótar við reyðum hálsklúti fara útferð til Sovjett, síggja Lenin og ein hernaðarvogn, eru hugtakandin og akkurát so propagandistisk, sum tey ljóða, tí mótsetningurin er mujahedin, sum er heima. Har eru muslimarnir farnir í heilagt kríggj. Tá er gott at droyma seg burtur í bestu Bollywoodfilmum.

Ein poetiskt handfaring av filmaðu søguni, ikki langt frá italska filminum ”Cinema Paradiso” frá 1988 og ungdómsverkunum hjá franska Truffaut.

”Mítt barnaheim í Kabul” byggir á søgu hjá Anwar Hashimi. Hann og Sadat eru bæði úr Afganistan og filmurin er onnur søga av fimm, sum Hashimi hevur skrivað til hennara.

8. september kl. 20:00 MÍTT BARNAHEIM Í KABUL (The Orphanage, Shahrbanoo Sadat, Afganistan 2019 90 min)

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder