Tað er nú staðfest, at talan ikki var um yvirgang, tá tað 26. januar varð staðfest eitt brot á samskiftiskaðalan millum Gotland og Lettland.
Tað skrivar svenski ákærumyndugleikin í tíðindaskrivi í dag eftir at hava kannað málið nærri.
- Kanningarnar vísa nú greitt, at talan ikki var um yvirgang, sigur Mats Ljungqvist leiðandi ákæri hjá trygdartænastuni í fráboðanini, og heldur fram:
- Tað er staðfest, at talan var um eina samanrenning av veðurumstøðunum og manglum í útgerð og sjómansskap, sum var orsøk til slitið.
Eftir hendingina 26. januar varð hald lagt á eitt skip, meðan málið varð kannað. Kanningin vísir, at hetta sama skipið var orsøk til slitið, men at tað ikki var tilætlað. Málið verður nú kanna, um talan kann vera um lógarbrot av øðrum slag, men skipið verður latið leyst aftur, skrivar dr.dk.
Tað er statsliga lettiska kringvarpið, LVRTC, sum eigur kaðalin, sum liggur gjøgnum Eystrasalt millum Ventspils í Lettlandi og Gotland.
Í desember hendu tvey kaðalslit á líknandi kaðalar millum Svøríki ig Finnland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald