Mentan

Kærleikskúlan 2019 avdúkað

Listakvinnan Rannva Kunoy hevur sniðgivið nýggju kúluna

Kærleikskúlan 2019 (Mynd: Dugni)

Kærleikskúlan 2019 (Mynd: Dugni)

2019-12-07 19:31 Author image
Tíðnadaskriv
placeholder

Á hátíðarløtu í Steinprent í gjár varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listakvinnan Rannva Kunoy, f. 1975, sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Rannva arbeiðir við heilt serligum pigmentpulvuri, sum ger, at litir og tónar á løriftinum skifta, alt eftir, hvussu ljós og eyga raka mongu litløgini. Júst hetta hevur hon roynt at endurspegla á kúluni, og tað myndar Kærleikskúluna 2019. Serligu pigmentini lita kúluna í grønar og lilla tónar, og brotpartur av málningalistini hjá listakvinnuni eru stemplaðir runt um á kúluni. Eingin linja ella formur eru tilvildarlig, og hvørt skap hevur sína søgu. Hoyr meira um listina hjá Rannva á í filminum, sum er gjørdur í sambandi við stakframsýning hennara í hesum døgum í Natalie Karg gallarínum í Untitled Miami Basel.

https://www.instagram.com/p/B5nKZ-uAZ2a

Hetta er ellivta árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Rannva Kunoy sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2019 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

“Menniskjan kann aldrin rokna við at byrja á berum, hon noyðist at byrja við onkrum, sum longu er framleitt“ - Marcel Duchamps

Jólini eru full av lutum, har er ein yvirflóð av glitrandi jólaprýði. Málningalist er sum oftast avmarkað til ein flata, og virkar sterkt innan fyri og uttan um tvídimensionala flatan.

Her var avbjóðingin og vinningurin at flyta ætlanina og hugskotið við mínum málningum yvir á ein trídimensionalan lut. Úrslitið er ein Kærleikskúla, sum sjónliga sær út til at seta spurnartekin við, trýsta og boyggja náttúrulógirnar í okkara veruleika.

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til, hvør skuldi fáa heiðurin fyri at vera ein virðilig fyrimynd við at móttaka fyrstu Kærleikskúluna. Stýrið fyri Dugna avgjørdi at P/F Poul Hansen skuldi fáa heiðurin. Fyritøkan hevur á fyrimyndarligan hátt skapt arbeiðsmøguleikar og uppgávur til Dugna og okkara málbólk ígjøgnum samstarv og verkætlanir. Dømi um hetta eru eitt nú verkætlanirnar við láninetum, Dugnastjørnuni og ymsu posarnir við tógvi og bindiuppskiftum. Fyritøkan er fyrimyndarlig at samstarva við.

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya, og landstýrisfólkinum í Mentamálaráðnum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt og svart silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru annars framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking. Snotuligu erskjurnar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru framleidd hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2019 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 6. desember til 24. desember. Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017) og Ole Wich (2018).

Dugni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder