Magni Christiansen hevur aftur verið í upptøkuhølunum og tikið upp eitt nýtt lag.
Talan er um ein kærleikssang, sum hann syngur saman við konu síni, Elsi.
"Kærleikslyftið" er skrivaður av Kem Poulsen, og lagið til sangin hevur Magni sjálvur gjørt. Niðurlagið hevur hann tó gjørt saman við Filip Zachariassen.
Upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum við Føroyskum tónleikarum, umframt at ein amerikumaður spælir fiddle.
Lagið, ið kann hoyrast omanfyri, liggur eisini á Spotify og Apple Music.
Um Kærleikslyftið
 
Orð: Kem Poulsen
 Lag: Magni Christianssen & Filip Zachariassen
Solo sangur: Magni & Elsi Christianssen
Lagt til rættis og Framleitt: Bernhard Petersen & Filip Zachariassen
Trummur: Sámal Pauli B Petersen 
Bass: Elvin Christianssen 
Akk Guitar: Filip Zachariassen & Fríði Sigmundar
 El guitar: Filip Zachariassen & Jónas Gaard
Piano: Bernhard Petersen
 Fiddle & Mandolin: Andy Leftwich
 Steelguitar & Wurli: Jákup Zachariassen
Kór: Jensia Kjærbæk‚ Ingrid H Petersen & Jóhanna Sofía Petersen
Upptikið: Block-Studio & JakZac-Studio 
Tøkningur: Theodor Kapnas‚ Filip Zachariassen
 Mix: Jákup Zachariassen 
Mastering: Óli Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald