Uttanlands

Kærudómstólur: Avgerðin um koppseting er persónlig

Ein amerikanskur kærudómstólur heldur fast í avgerðini um at steðga ætlanini hjá Joe Biden um at krevja koppseting á privatum arbeiðsplássum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-13 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri boðaði umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, frá, at hon ætlaði at gera tað til krav, at starvsfólk, sum arbeiða hjá privatum fyritøkum við í minsta lagi 100 starvsfólkum, annaðhvørt skulu vera liðugt koppsett fyri koronu ella brúka munnbind og lata seg kanna fyri koronu hvørja viku.

Kravið, sum eftir ætlan skuldi vera galdandi frá 4. januar næsta ár, varð tó steðgað av einum kærudómstóli, sum metti kravið vera í stríð við grundlógina.

Kravd koppseting er eitt sera kontroversielt evni í USA. Tey, sum eru ímóti eru samd við niðurstøðuni hjá dómstólinum um, at eitt slíkt krav ger seg inn á grundlógartryggjaðu rættindini hjá amerikanarum, meðan tey, sum eru fyri halda kravið vera neyðugt fyri at gera ein enda á koronafarsóttini, sum hevur herjað í nærum tvey ár.

Løgfrøðingar hjá Biden-umsitingini svaraðu aftur mánadagin, at avgerðin hjá kærudómstólinum fór at leingja farsóttina og fór at kosta nógv mannalív.

Men kærudómsstólurin vísir hesum argumentinum aftur og heldur fast í avgerðini, sum hann tók farna vikuskifti. Víst var millum annað á, at einstaklingar hava frælsið til at taka sera persónligar avgerðir eftir teirra egnu sannføring, og er tað við atlit til fólkið, at hendan averðin er tikin.

Sambært Reuters hava í minsta lagi 27 amerikanskir statir kært málið fyri í minsta lagi seks kærudómstólum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder