Ein kærudómstólur í Moskva hevur í dag staðfest eina longri fongsulsrevsing hjá russiska andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj.
2. februar varð hann dømdur næstan trý ár í fongsulslegu fyri at hava brotið reglurnar um royndarleyslating í sambandi við ein treytaðan dóm, hann fekk í 2014. Navalnyj vil vera við, at hendan avgerðin varð politiskt motiverað.
Hann varð dømdur fongsul í trý og eitt hálvt ár, men tann tíðin, hann longu hevur sitið í varðhaldi, varð trekt frá. Sostatt kom revsingin niður á tvey ár og átta mánaðir, men leygardagin vórðu seks vikur afturat trektar frá.
44 ára gamli Navlnyj varð handtikin í januar, stutt eftir, at hann var komin heimaftur til Russlands eftir at hava verið í Týsklandi í gott hálvt ár. Hann varð fluttur til Berlin á sumri í fjør, har hann fekk viðgerð fyri eitran.
Navlnyj er sannførdur um, at tað er russiska stjórnin, sum stendur aftanfyri, men hesum hevur forsetin, Vladimir Putin, víst aftur.
Andstøðupolitikarin greiddi í rættinum frá, at hann ikki hevði møguleika at møta upp í rættinum í Moskva, sum hann skuldi, sambært reglunum. Hann fekk ikki møtt upp, tí at hann fyrst lá í koma, og síðani var hann fleiri mánaðir um at koma fyri seg aftur.
Eisini vísti hann aftur, at hann royndi at rýma úr Russlandi í sambandi við ferðina til Týsklands.
– Allur heimurin visti, hvar eg var. So skjótt eg varð frískur, keypti eg ein ferðaseðil og kom heim, segði hann sambært Ritzau.
Seinni leygardagin er enn eitt rættarmál á skránni. Í hesum sambandi er Navalnyj ákærdur fyri ærumeiðing móti einum russiskum krígsveterani. Ákærumyndugleikin krevur, at hann verður revsaður við bót. Upphæddin svarar til 79.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald