Innanlands

KAF og Skipara- og navigatørfelagið funnu ikki semju

Harvið er Semingsstovnurin komin upp í samráðingarnar um nýggjan sáttmála um Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk. Allir partar hittust fyrr í dag

Tað var heilt í byrjanini av september 2023, at partanir hittust, og at krøvini til nýggjan sáttmála um Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk vórðu handaði. 10 fundir hava ikki verið nóg mikið (Mynd: fsn.fo)

Tað var heilt í byrjanini av september 2023, at partanir hittust, og at krøvini til nýggjan sáttmála um Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk vórðu handaði. 10 fundir hava ikki verið nóg mikið (Mynd: fsn.fo)

2024-02-20 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sáttmálasamráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Skipara-& Navigatørfelag (FSN) eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur.

Hesum boðar Føroya Skipara-& Navigatørfelag frá á heimasíðu sínari í dag. 

Tað var heilt í byrjanini av september 2023, at partanir hittust, og at krøvini til nýggjan sáttmála um Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk vórðu handaði.

Partarnir hava síðan havt 10 samráðingarfundir, men tað hevur ikki borið tað á mál. Tað var fríggjadagin, 16.februar, at KAF boðaði frá, at tey góðust við samráðingunum.

Partarnir vóru samdir at boðsenda semingsstovnin, og seinnapartin hittust partarnir í semingsstovninum og greiddu frá ymisku viðurskiftunum í samráðingunum.  Tað varð avrátt, at semingsstovnurin setir seg í samband við partarnar aftur í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder