Innanlands

Kaga inn í koronafrítt Jobmatch

Í ár verður Jobmatch talgilt – Nú ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri ársins starvsstevnu, sum verður týsdagin 29. desember

2020-12-20 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga starvsstevnan Jobmatch verður aftur í ár, og ársins tiltak, sum orskað av koronafarsóttini verður flutt yvir á talgildan pall, verður týsdagin 29. desember.

Men longu nú ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri Jobmatch 2020, har til ber at kunna seg um fyritøkur og stovnar, sum bjóða seg fram á ársins starvsstevnu.

Nú Jobmatch starvsstevnan verður flutt yvir á talgildan pall, ber til at sita heima – í Føroyum ella uttanlanda – og vitja básar, sum lýsa virksemi, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a.

Til ber at skráseta seg til starvsstevnuna og at bíleggja JobPrát. Jobmatch 2020, sum er stuðlað av Tórshavnar kommunu og Bakkafrosti, verður 29. desember frá klokkan 12 – 17.

Meira kunning um, hvussu ber til at kaga inn á Jobmatch, hvussu mann skrásetur seg o.a., fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder