Jespur Langgaard hevur nú tikið sæti á Løgtingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur biðið um farloyvi frá í dag, 16. september til 15. desember, boðar Sambandsflokkurin frá í dag.
Tingmaðurin hevur autoimmunu sjúkuna CIDP, sum ger, at hann hevur trupult við at ganga, og orsøkin til, at hann nú hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum er, at hann skal til viðgerð og uppafturvenjing í Danmark, sigur hann við. in.fo.
Jaspur Langgaard hevur tikið sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen. Á seinasta løgtingsvali gjørdist Jaspur Langgaard nummar átta á listanum hjá Sambandsflokkinum við 256 persónligum atkvøðum (Mynd: Sambandsflokkurin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald