Innanlands

Kaj Leo: Kunngerðin skal haldast

Landsstýrismaðurin við heilsumálum átalar nú, at vikið er frá kunngerðini um koppseting

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-03 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum góðtekur ikki, farið verður uttan um koppsetingarkunngerðina.

Tí hevur hann givið landslæknanum eina átalu fyri at hava givið undantak, so sendifólk hjá landinum kundu koppsetan.

Tað var Kringvarp Føroya, sum í gjár kundi avdúka, at sjúkrahúsverkið hevur gjørt frávik frá koppsetingarkunngerðini og koppsett fólk, sum ikki vóru umfatað av henni.

Talan var um sendifólkið í London við maka, sum vóru koppsett í januar eftir umbøn frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og tilmæli frá landslæknanum, umframt fólk hjá Smyril Line. Eisini hevði landslæknin tilmælt, at føroyska sendifólkið í Kina og makin kundu koppsetast.

Landsstýrismaðurin bað í gjár um eina frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni. Hesa hevur hann nú fingið, men hann væntar, at sjúkrahúsleiðslan og landslæknin sjálv alment fara at greiða nærri frá, hvat ítøkiliga er hent.

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at sendifólkið í London og makin vóru koppsett fyrru ferð í januar, men umbønin um koppseting av sendifólkinum í Kina við maka er nýggjari. Tey eru tí ikki koppsett, og verða heldur ikki tikin fram um onnur at koppsetast.

Í frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk frá sjúkrahúsleiðsluni 2. februar, var greitt frá, at frávik í ávísum førum høvdu verið gjørd frá koppsetingarkunngerðini fyri at forða fyri, at vaksinuskamtar fóru fyri skeytið. Í tí sambandinum vóru umleið 20 persónar koppsettir, sum ikki vóru umfataðir av kunngerðini og onki beinleiðis sjúklingasamband høvdu.

Soleiðis sum landsstýrismaðurin hevur fingið málið upplýst nú, vóru koppsettu persónarnir hjá Smyril Line ímillum hesi 20.

Frágreiðingin frá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder