Innanlands

Kaj Leo vil hava málið loyst umgangandi

Avbjóðingin viðvíkjandi sjúkrahúsunum skal verða loyst áðrenn klokkan 18

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-18 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi hava fingið at vita frá Heilsumálaráðnum, at forstjórin í sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, nú verður skrásettur sum stovnsleiðari fyri allar kontur hjá sjúkrahúsverkinum.

Hetta hevur elvt til ruðulleika seinasta samdøgrið. Landsstýrismaðurin á økinum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur víst til aðalstjóran, men tekur nú blaðið frá munninum. Tað ger hann í einari støðudagføring á Facebook, har hann boðar frá, at avbjóðingin skal loysast áðrenn klokkan 18.

- Eg fari í 90 ára føðingardag hjá mammu klokkan 18, áðrenn tað skal avbjóðingin viðvíkjandi sjúkrahúsunum verða loyst. Eg havi givið mína meining til kennar hvussu hetta skal loysast, skrivar landsstýrismaðurin.

- Lat okkum standa saman um okkara heilsuverk, og nei eg ætli mær sjálvandi ikki at niðurleggja nakað sum helst. Eg eri líka góð við øll okkara sjúkrahús og fólkini har sum gerða eitt fantastiskt arbeiði, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder