Í gjár legðist kavin yvir oyggjarnar, og roknast kann við, at tað verður høgættarveður við kulda alla hesa vikuna.
Veðurstova Føroya sigur um veðrið í dag, at hátrýstið við Grønland, sum sendir kalda luft frá Norðpólinum og niður móti okkum, stendur í stað. Tað verður frískur vindur upp í ein strúk av norði og landnyðringi við skiftandi skýlofti og kavaælingi. Úr 4 kuldastigum upp í 2 hitastig.
Og fimm daga forsøgnin sigur, at veðrið verður tað sama alla vikuna. Hósdagin og fríggjadagin sigur verða teir kaldastu, niður í 8 kuldastig.
Norska veðurtænastan yr.no, sum hyggur nakað longur fram í tíðina, sigur, at ikki fyrr enn mánadagin fer vindurin niður í landsynning og sunnan við hitalagi oman fyri frostmarkið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald