Innanlands

Kaldbak: Fyrilestur um Mikkjal á Ryggi

Jákup Reinert Hansen fer at greiða frá, hvussu Mikkjal á Ryggi lýsir tær fýra árstíðirnar her á landi í náttúru, arbeiðslívi og trúarlívi.

2026-10-19 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið 22. oktober verður aftur fyrilestur á skránni í Kaldbakshøllini. Hesaferð fer Jákup Reinert Hansen, lektari á Fróðskaparsetrinum, at hava fyrilestur um Mikkjal á Ryggi.

Hann fer at greiða frá, hvussu Mikkjal á Ryggi væl upplagdur lýsir tær fýra árstíðirnar her á landi í náttúru, arbeiðslívi og trúarlívi. Trivið verður í nakrar av hansara sangum og sálmum, og áhoyrararnir sleppa eisini sjálvir at taka lut í felagssangi.

Jákup Reinert Hansen hevur viðgjørt Mikkjal á Ryggi bæði í fyrilestrum, greinum og útvarpssendingum. Í 1994 gav hann saman við Heina F. Petersen út "Mikkjalsbók" á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Myndin niðanfyri av Jákupi Reinert Hansen er tikin framman fyri gamla bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har Mikkjal á Ryggi búleikaðist og virkaði tey seinastu 11 árini av lívi sínum.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder