Uttanlands

Kalifornia: Drápsmaðurin hevur tikið sítt egna lív

Ein 72 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at hava skotið 20 fólk í Monterey Park í Kalifornia leygarkvøldið, er deyður, sigur løgreglan í Los Angeles

Fólk hava lagt blómur í Monterey Park (Mynd: Reuters)

Fólk hava lagt blómur í Monterey Park (Mynd: Reuters)

2023-01-23 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Maðurin, sum var undir illgruna fyri at hava skotið tíggju fólk til deyðis og sært tíggju onnur í býnum Monterey Park í amerikanska statinum Kalifornia leygarkvøldið, er deyður, upplýsir løgreglan í Los Angeles.

Maðurin var rýmdur av staðnum eftir hendingina, og leitaði løgreglan eftir honum í gjár. Leitingin førdi løgregluna til ein vørubil, og tá løgreglufólk nærkaðust bilinum, hoyrdu tey eitt skot frá bilinum.

Persónurin skeyt segsjálvan, og varð hann staðfestur deyður á staðnum, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at talan er um ein 72 ára gamlan mann við asiatiskum uppruna.

Sambært Ritzau eru fleiri fólk ikki undir illgruna í málinum, og er motivið handan skjótingina framvegis ókent.

Tíggju fólk vórðu dripin – fimm menn og fimm kvinnur, og flestu teirra vóru millum 50 og 60 ár.

Í Monterey Park búgva 60.000 fólk, og meginparturin av teimum hava asiatiskan uppruna. Leygarkvøldið savnaðust túsundatals fólk fyri at hátíðarhalda kinesiska nýggjárið.

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur boðað frá, at flaggast skal á hálvari stong fram til hósdagin fyri at minnast ofrunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder