Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom fer at broyta revsingina hjá øllum deyðadømdum í statinum til lívlangt fongsul, boðar hann frá í opnum brævi til alalr íbúgvar í statinum sambært fleiri tíðindastovum.
Í løtuni sita 548 fangar á deyðsgongini í Kalifornia, sum ikki hevur framt eina avrætting síðan 2006. Talan er um 529 menn og 19 kvinnur.
– Eg taki hesa avgerðina, tí eg eri sannførdur um, at dráp framt av statinum ikki er í samsvar við kalifornisk virði, sigur hann.
Tey 548, sum nú standa til at verða fongslaði restina av lívinum, fáa ikki møguleikan at verða royndarleyslatin.
Í nógvum førum verður tó neyðugt, at Newsom fer til hægstarættin í Kalifornia at fáa broytt revingina. Í minsta lagi fýra av sjey hægstarættardómarum skulu góðkenna umbønina hjá guvernørinum um at fáa revsingina broytta.
Guvernørurin í Kalifornia kann ikki einsamallur taka avgerð um at linka revsingina hjá persónum sum eru dømd fyri fleiri álvarslig brotsverk. Hetta verður galdandi fyri 382 fangar á deyðsgongini.
Newsom ásannar tó, at avgerðin er tann torførasta í politiska lívi hansara, tí hon kann ávirka avvarðandi at ofrum fyri álvarsligum brotsverkum.
Newsom fer skjótt frá sum guvernørur. Seinna valskeið hansara endar nevniliga í januar. Tað verður demokraturin Xavier Becerra, fyrrverandi amerikanskur heilsumálaráðharri undir Joe Biden, sum verður nýggjur guvernørur, eftir at hann vann miðskeiðisvalið týsdagin.
Politiskir eygleiðarar vænta, at Gavin Newsom fer at bjóða seg fram sum valevni hjá Demokratunum á næsta forsetavalinum í 2028.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald