Uttanlands

Kalifornia: Fýra fólk særd í spreinging á matstovu

Talan var um elektriska spreinging undir jørðini, og orsøkin verður enn kannað

Mynd: Twitter

Mynd: Twitter

2019-10-06 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í amerikanska statinum Kalifornia vórðu fýra fólk særd í einari elektriskari spreinging á einari matstovu.

Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.

Talan er, sambært amerikonskum myndugleikum um tvey sløkkiliðsfólk og tvey sivilfólk, sum hava fingið skaða. Eingin teirra er tó í lívsvanda.

Amerikanskir miðlar skriva, at talan var um eina elektriska spreinging undir jørðini, men orsøkin verður enn kannað.

Hendingin fór fram á Old World German restaurant í Huntington Beach í gjárkvøldið lokala tíð. Á matstovuni var eitt oktoberfest-tiltak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder