Uttanlands

Kalifornia: Fýra fólk skotin í synagogu

Ein kvinna lat lív, og ein genta og tveir menn vórðu særdir

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-04-28 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt skotálop í einari synagogu í býnum Poway í amerikanska statinum Kalifornia hevur kravt í minsta lagi eitt mannalív, og trý fólk eru særd.

- Fýra fólk vórðu særd av skotunum. Ein varð dripin. Sum skilst, hevur eingin annar fingið lívshættisligan skaða, sigur borgarstjórin í Poway, sambært DR.

Tann, sum lat lív, var ein kvinna, og tey særdu vóru ein genta og tveir menn, men aldur teirra varð ikki upplýstur.

Eitt løgreglufólk var av tilvild inni í synagoguni, tá hetta hendi, og viðkomandi skeyt eftir brotsmanninum beinanvegin, og tað eydnaðist løgregluni at handtaka viðkomandi á einum motorvegi nærindis synagoguni, tá hann royndi at flýggja.

Talan er um ein 19 ára gamlan mann, sum sjálvur ringdi og boðaði løgregluni frá skotálopinum. Maðurin hevur ongantíð verið handtikin áður, upplýsir løgreglan.

Enn er ógreitt, hvat motivið aftanfyri álopið var, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder