Uttanlands

Kalifornia rakt av ógvusligum jarðskjálvta

Jarðskjálvtin varð máldur til 6,4 á Richer-stiganum. Higartil eru ongar fráboðanir komnar um skaðar.

2019-07-04 21:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein jarðskjálvti, ið var máldur til 6,4 á Richter-stiganum rakti í dag sunnara partin av amerikanska statinum Kalifornia, nærindis býnum Ridgecrest, skrivar CNN.

Enn eru ongar fráboðanir komnar um skaðar, men myndugleikarnir eru enn í ferð við at fáa skil á hesum.

Eini 25 eftirskjálvtar vórðu eisini skrásettir, harav fýra, ið vóru heldur ógvusligir. Hesir fýra máldu ávikavíst 4,7, 3,5, 3,8 og 4,2.

Sambært lokalu miðlunum, merktu fólk skjálvtan heilt frá Santa Barbara til Los Angeles, ið liggur uml. 250 kilometrar frá Ridgecrest.

Sambært amerikanska National Tsunami Warning Center, vænta tey ikki nakra flóðaldu í økinum.

Fyri 25 árum síðani, í 1994, varð økið rakt av einum jarðskjálvta, sum varð máldur 6,6, og hann elvdi til stórar skaðar og fleiri deyðsføll, skrivar B.T.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder