Tað kann roknast við, at verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum heldur fram í øllum førum í nakrar dagar afturat.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur við útvarpið í dag, at eingin broyting er at hóma frá pørtunum, og tí er ikki grundarlag fyri at kalla partarnar saman.
Verkfallið hevur nú vart í tríggjar vikur, og tað fer spakuliga at merkjast meira og meira. Rusk hópar seg upp, barnagarðar, skúlar og annað hava stongt, einki brennievni er eftir í flestu pumpunum í landinum, og í handlunum byrjar at tømast á hillunum. Eisini skal løgmaður eftir ætlan hava fína vitjan 12. til 14. juni, tá kongur kemur til Føroya. Hetta kann alt fara í vaskið, um einki hendir tíðliga hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald