Uttanlands

Kallaði kvinnu fyri ein hest – kann fáa tvey ára fongsulsrevsing

Bretsk kvinna varð handtikin í Dubai fyri at hava kallað nýggju konuna hjá fyrrverandi manninum fyri ein hest

2019-04-08 11:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein bretsk kvinna kann nú verða dømd tvey ára fongsulsrevsing í Dubai, tí at hon kallaði eina aðra kvinnu fyri ein hest.

Í 2016 viðmerkti Laleh Shahravesh eina mynd á Facebook av fyrrverandi manninum og nýggju konuni. Kvinna skrivaði, at hon vónaði at maðurin fór “undir jørðina”, tí at hann rýmdi frá henni fyri “hendan hestin”.

Í farna mánaði varð kvinnan handtikin á flogvøllinum í Dubai. Kvinnan var farin til Dubai saman við 14 ára gomlu dóttur síni til jarðarferð hjá fyrrverandi manninum. Hon varð handtikin, tí at nýggja konan hjá manninum hevði meldað hana fyri viðmerkingina.

Bretska kvinnan kann fáa upp til tvey ára fongsulsrevsing umframt eina bót á yvir 430.000 kr. fyri viðmerkingina sum hon skrivaði úr Bretlandi.

55 ára gamla kvinnan verður afturhildin á einum hotelli, meðan 14 ára gamla dóttirin er flogin aftur til Bretlands, har hon býr hjá familju. Dóttirin hevur skrivað bræv til leiðaran í Dubai og forsetisráðharran í Arabisku Emiratunum, har hon biður tey um at strika rættarsakina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder