Innanlands

Kalpana verður nýggjur dekanur á Námsvísindadeildini

Kalpana Vijayavarathan hevur nógvar royndir á júst NÁD. Hon var ein av teimum fýra, ið søktu. Setanarnevndin var samd, og Kaplana og byrjar í starvinum 1. mai.

Kalpana kennir deildina væl. Hon byrjaði sum adjunktur á NÁD í 2013 og sum lektari í 2022 (Mynd: setur.fo)

Kalpana kennir deildina væl. Hon byrjaði sum adjunktur á NÁD í 2013 og sum lektari í 2022 (Mynd: setur.fo)

2024-04-19 11:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. mai 2024 fáa starvsfólk og lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum nýggjan dekan. Talan er um Kaplana Vijayavarathan, sum í løtuni er lektari á NÁD. Hon  skal standa á odda fyri at leiða og menna deildina saman við deildarleiðsluni og starvsfólkunum, skrivar Fróðskapaarsetur Føroya á heimasíðu sínari.

Kalpana kennir deildina væl. Hon byrjaði sum adjunktur í 2013 har og sum lektari í 2022. Kaplana varð innskrivað til ph.d.-útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti, og í 2017 stóð hon sína ph.d. við ritgerðini “Teacher Cognition and the Teaching of Speaking in English as a Foreign Language in grade 8 schools in The Faroe Islands – Seven Case Studies”.

- Í gransking sínari hevur Kalpana lagt seg eftir inklusión og sosialum rættvísi í sambandi við fjølbroytni í útbúgving. Hon brennur fyri at skapa tilvit um, hvussu umráðandi tað er at fáa granskingargrundaða vitan til vega og rudda slóð fyri samvirkan millum politikk og praksis á útbúgvingarøkinum.

Heimasíðan setur.fo skrivar víðari, at nýggi dekanurin hevur stóran serkunnleika til undirvísing. Aftrat tí hevur Kaplana Vijayavarathan saman við øðrum samskipað og undirvíst undirvísarum á Setrinum í setursnámsfrøði, sum hevur til endamáls at góðskutryggja undirvísingina á Fróðskaparsetri Føroya.

Kaplana avloysir Erlu Olsen, sum hevur røkt starvið í seks ár:

- Nú Erla Olsen fer frá sum dekanur, ið er eitt starv, sum hon við nærlagni hevur røkt til lítar síðani 2018, vil Fróðskaparsetur Føroya nýta høvi at takka henni fyri stóra avrikið. Erla fer aftur í sítt gamla starv sum lektari á Námsvísindadeildini í lívfrøði, har hon fer at granska og undirvísa.

Lýst varð uttanhýsis eftir dekani til Námsvísindadeildina, og fýra umsóknir komu inn. Tað er ein samd setanarnevnd, sum hevur gjørt av at seta Kalpanu sum dekan á Námsvísindadeildini, skrivar setur.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder