Tað var ein takksom Kamala Harris, sum í gjár fór á pallin í Washington D.C. at halda røðu eftir greiða valósigurin týsdagin.
Tað var ein varaforseti, sum lovaði viðhaldsfólki sínum at stríðast víðari fyri felags virði. Men Kamala Harris ásannaði eisini greiða ósigurin móti Donald Trump.
- Tað gjørdist ikki tað úrslit, vit vónaðu, stríddist fyri og atkvøddu fyri, segði hon í røðu síni.
Úrslitið av valinum gjørdist ikki so tætt, sum veljarakanningarnar høvdu spátt. Donald Trump vann allar teir sveiggjstatirnar, sum vórðu mettir fóru at vera lykilin til valið. Og so var ongin ivi um úrslitið.
- Vit eru noydd til at góðtaka úrslitið av hesum vali, ásannaði Kamala Harris av talarastólinum, og segði, at hon hevur ynskt Donald Trump til lukku við sigrinum.
Men í røðu síni lovaði taparin, at hon fer at stríðast víðari fyri sínum politisku visjónum fyri landið, skrivar dr.dk.
- Eg gevist ikki í stríðum fyri frælsi, fyri møguleikum, fyri rættvísi og fyri virðinum hjá øllum menniskjum. Eitt stríð fyri hugsjónunum, sum liva í hjartanum á hesi tjóð – teimum hugsjónum, ið spegla tað besta av USA. Tað er eitt stríð, sum eg ongantíð fari at gevast við, lovaði Kamala Harris.
Hon nerti eisini við nøkur av teimum týðandi málunum, sum hon hevur stríðst fyri í sambandi við hetta valið.
- Eg fari ongantíð at gevast í stríðnum fyri eina framtíð, har amerikanarar kunnu elta sínar dreymar, har kvinnurnar í USA hava frælsi til at taka avgerðirnar um teirra egna kropp og ikki fáa álagt av stjórnini, hvat tær kunnu. Vit vilja aldri gevast í stríðnum fyri at verja okkara skúlar og gøtur frá vápnaharðskapi.
Hon vendi sær í røðuni eisini beinleiðis til teir nógvu ungu áhoyrarnar, sum vóru komin at hoyra hana á Howard University – lærda háskúlanum, har hon sjálv las sum ung í 1980’unum.
- Tað er í lagið at vera vónsvikin nú. Men vit mugu halda fram við at stríðast. Tit hava styrkina, og tit skulu ongantíð lurta eftir nøkrum, ið sigur, at tað er ómøguligt, bara tí at tað aldri eg gjørt fyrr.
- Tíðin er ikki komin at tveita handklæðið í ringin, men til at smoyggja upp ermar, segði Kamala Harris.
Enn er óvist, hvat framtíðin fer at bjóða fyri 60 ára gomlu Kamalu Harris, tá varaforsetaskeið hennara endar 20. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald