Uttanlands

Kamala Harris stóra undirtøku

Sitandi forsetin, Joe Biden sigur seg stuðla Kamalu Harris sum forsetavalevni, og keldur upplýsa fyri Reuters, at Harris eisini hevur stóra undirtøku í flokkinum

Kamala Harris, varaforseti hevur játtað at stilla upp (Mynd: EPA)

Kamala Harris, varaforseti hevur játtað at stilla upp (Mynd: EPA)

2024-07-22 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forfólkini hjá demokratunum í øllum 50 amerikansku statunum stuðla Kamalu Harris, varaforseta sum forsetavalevni hjá flokkinum.

Tað upplýsa keldur fyri tíðindastovuni Reuters.

Onnur møgulig forsetavalevni, sum eru nevnd, eru Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia, Josh Shapiro, guvernørur í Pennsylvania, og Gretchen Whitmer, guvernørur í Michigan, men bæði Newsom og Shapiro hava alment boðað frá, at teir stuðla Harris.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

Demokratar hava fram til landsfundin í Chicago 19. til 22. august at finna eitt nýtt forseta- og varaforsetavalevni. Men eitt valevni kann verða funnið longu fyrst í august.

Sambært NBC News hevði flokkurin ætlanir um at hava eina talgilda atkvøðugreiðslu um at góðkenna Biden sum valevni longu fyrst í august, og tað er ógreitt, um tann atkvøðugreiðslan er avlýst.

Sitandi forsetin, Joe Biden peikar eisini á varaforsetan.

– Mín fyrsta avgerð sum forsetavalevni í 2020 var at velja Kamalu Harris sum mín varaforseta. Tað hevur verið besta avgerðin, eg havi tikið. Í dag vil eg geva Kamalu mín fulla stuðul sum valevni hjá okkara flokki í ár, segði Biden á sosialu miðlunum í gjárkvøldið.

Les eisini: Kamala Harris játtar at stilla upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder