Uttanlands

Kamikaze-dronur hava bumbað Kyiv-økið í morgun

143 ST-lond hava atkvøtt fyri eini fordøming av russisku innrásini í Ukraina

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2022-10-13 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt øki í Kyiv-landslutinum í Ukraina varð í morgun bumbað, helst við dronum. Tað upplýsir guvernørurin í økinum á boðtænastuni Telegram.

Oleksij Kuleba skrivar, at álopini vórðu framd av dronum, ið eru framleiddar í Iran. Hesar verða kallaðar sjálvmorðsdronur ella kamikazedronur, skrivar Reuters.

Seinastu vikurnar hevur Ukraina boðað frá eini bylgju av russiskum álopum við hesum iransku Shahed-136-dronunum. Iran sjálvt sýtir fyri at hava latið russum dronurnar.

Kyrylo Tymosjenko, varaovasti á forsetaskrivstovuni hjá Volodymyr Zelensky skrivar, eisini á Telegram, at “týðandi infrakervi” varð rakt í álopinum í morgun.

Eisini havnabýurin Mykolajiv varð raktur av russiskum rakettum í nátt, upplýsir eitt embætisfólk.

- Ein íbúðarbygningur í fimm hæddum varð raktur. Tvær tær ovastu hæddirnar eru oyðilagdar, upplýsir borgarstjórin í býnum á sosialu miðlunum.

Mánadagin og týsdagin varð bumbað eftir málum í sjálvum høvuðsstaðnum, Kyiv. Tey álopini kostaðu minst 19 mannalív, skrivar Reuters.

ST fordømir russisku innrásina

ST-aðalfundurin atkvøddi í gjárkvøldið annars fyri at fordøma russisku innlimanini av fýra landslutum í Ukraina. Heitt verður á Russland um beinanvegin at gevast við sínum álopum á grannalandið.

143 lond atkvøddu fyri fordømingini. Bert fimm lond atkvøddu ímóti. Umframt Russland eru tey Sýria, Hvítarussland, Norðurkorea og Nikaragua. Kina, India og 33 onnur lond atkvøddu ikki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder