Uttanlands

Kampanjan hjá Biden havt vitjan av teldusníkum

Talan er um teldusníkar, sum arbeiða fyri russiska statin, siga vælvitandi keldur

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

2020-09-10 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teldusníkar, sum arbeiða fyri russiska statin, hava roynt at skaffa sær atgongd til eitt ráðgevandi felag í USA, sum arbeiðir fyri demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden.

Tað upplýsa tríggjar ónevndar keldur við vitan um málið.

Sambært keldunum, er tað stóra kt-felagið Microsoft, ið hevur ávarað fyritøkuna um teldusníkaálopið.

Álopið var beinleiðis vent móti starvsfólkum hjá fyritøkuni SKDKnickerbocker, ið arbeiðir við strategi og samskifti í sambandi við valstríð.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur fyritøkan arbeitt fyri Joe Biden og aðrar týðandi demokratar, siga keldurnar.

Ein persónur við vitan um SKDK sigur, at tað er eydnast teldusníkunum at fáa atgongd til netverkið hjá fyritøkuni.

- Fyritøkan er væl vard, so talan er ikki um nakran leka, sigur viðkomandi við Reuters tíðindastovuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder