Hetta er tíðin, har fleiri og fleiri nýta sínar kampingvognar. Beint nú merkist tað hjá løgregluni, at fleiri fólk seta sín kampingvogn, har tey ikki burdu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at tað kemur javnan fyri nú, at ringt verður inn, tí kampingvognar standa ólógliga og eru til ampa.
Hetta er til dømis á kai- og vinnuøkjum. Í flestu førum eru tað føroyingar, sum eiga hesar kampingvongarnar.
Løgreglan hevur staðiliga áheitan til eigarar um at vanda seg um, hvar kampingvognarnir verða stillaðir.
Veðrið er annars ikki serliga gott beint nú - beint fyri hálvgum tólv í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at takið var farið av einum høsnarhúsi í høvuðsstaðnum. Hetta orsakað av nógvum vindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald