Uttanlands

Kanada: Ikki loyvt at innflyta stál og aluminium úr Russlandi

Stjórnin í Kanada ynskir at avmarka tær inntøkur, sum verða brúktar til at fíggja ukrainsku innrásina, sigur kanadiski fíggjarmálaráðharrin

Chrystia Freeland, fíggjarmálaráðharri í Kanada (Mynd: EPA)

Chrystia Freeland, fíggjarmálaráðharri í Kanada (Mynd: EPA)

2023-03-11 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Kanada er tað nú bannað at innflyta aluminium og stál úr Russlandi.

Forboðið, sum kom í gildi fríggjadagin, umfatar bæði lidnar og ólidnar vørur – m.a. alumiumsplátur og stálrør, skrivar Reuters.

Orsøkin til forboðið er, sambært kanadiska fíggjarmálaráðharranum, Chrystia Freeland, at kanadiska stjórnin ikki ynskir at veita Russlandi fígging til kríggið í Ukraina. Tey fara heldur at gera tað, tey kunnu fyri at avmarka tær inntøkur, sum verða brúktar til at fíggja ukrainsku innrásina, sigur hon.

Í 2021 innflutti Kanada aluminiums- og stálvørur úr Russlandi fyri ávikavíst 45 og 213 milliónir kanadiskar dollarar, ið svarar til 227 milliónir og 1,075 milliard í okkara krónum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder