Í Kanada skal tað vera ókeypis hjá kvinnum at brúka fyribyrging, ætlar kanadiska stjórnin.
Á tíðindafundi leygardagin legði stjórnin fram fyrsta part av einari størri heilsunýskipan, og har varð m.a. nevnt, at staturin framyvir skal fíggja fyribyrging til kvinnur.
Hetta verður galdandi fyri eitt nú p-bollar, p-stavar, angribollar og snyrlar.
Í Kanada eru uml. níggju milliónir kvinnur í burðardyggum aldri, og tær eiga at fáa atgongd til fyribyrging uttan, at kostnaðurin verður ein forðing, heldur kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau.
– Kvinnur eiga frítt at kunna velja ta fyribyrgingina, teimum tørvar, uttan at kostnaðurin verður ein forðing. So vit gera fyribyrging ókeypis, skrivar hann á sosiala miðilin X.
Tað var í februar, at boðað varð frá, at ein heilsunýskipan var ávegis. Ætlanin er eisini at gera diabetesheilivág ókeypis hjá uml. 3,7 milliónum borgarum í Kanada. Enn er tó ikki boðað frá, nær hetta verður galdandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald