Uttanlands

Kanada: Val verður 20. september

Justin Trudeau, forsætisráðharri sigur, at hann hevur brúk fyri nýtt mandat til at stjórna Kanada úr koronafarsóttini, og tí verður val í september, hóast bert tvey ár eru liðin, síðan seinasta val

– Kanada má avgera, hvussu vit skulu enda stríðið móti koronu og byggja landið uppaftur, sigur Justin Trudeau, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2015 (Savnsmynd)

– Kanada má avgera, hvussu vit skulu enda stríðið móti koronu og byggja landið uppaftur, sigur Justin Trudeau, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2015 (Savnsmynd)

2021-08-16 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin upplýsti kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, at tjóðartingsval fer at vera 20. september, góð tvey ár áðrenn val átti at vera aftur.

Justin Trudeau hevur verið forsætisráðharri síðan 2015, og seinastu tvey árini hevur Trudeau staðið á odda fyri einari minnilutastjórn. Hóast stjórn hansara er bundin av stuðul frá øðrum flokkum, hevur tað eydnast henni at fáa samtykt eina fíggjarlóg, hjálparpakkar undir koronafarsóttini, og aðrar týðandi lóggávur seinastu árini.

Forsætisráðharrin sigur nú, at hann hevur brúk fyri nýtt mandat til at stjórna Kanada úr koronafarsóttini.

– Kanada má avgera, hvussu vit skulu enda stríðið móti koronu og byggja landið uppaftur betri. Tað er galdandi bæði í mun til at gera koppsetingararbeiðið liðugt og stuðla fólki, inntil kreppan er av, segði hann á tíðindafundi.

Sambært Ritzau tekur meginparturin av kanadiska fólkinum undir við handfaringina hjá Trudeau av koronafarsóttini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder